|
|
|
|
:: um sámal :: |
|
|
|
|
Síðani 1996 hevur Sámal fingist við at smíða kappróðrarbátar.
Undan tí hevði hann mest fingist við at rógva, men áhugin fyri smíðingini kom, tá Sámal á ungum árum plagdi at vitja bátabyggjaran Andrias Hammer.
Fyrsti báturin, Sámal bygdi, var Kjølur, eitt 10-mannafar til Kollafjarðar Róðrarfelag. Hesin báturin varð smíðaður av áhuga og ikki við sølu fyri eyga.
Sámal er útbúgvin maskinsmiður, og lærdi og starvaðist í fleiri ár hjá Mekanik í Runavík.
Síðani 2000 hevur hann starvast sum bátabyggjari burturav.
Sámal varð føddur 4. august 1968, hann er giftur við Oydis, og eiga tey børnini Kirstin, Jórunn og Betuel. Tey búgva í Runavík. |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|